Lesandi í Føroyum hava mest at liva fyri samanborið við lesandi í øðrum norðurlondum.
Tað vísir ein nýggj frágreiðing, sum varð almannakunngjørd týsdagin, sambært University World News.
Um ein bert tekur inntøkurnar gjøgnum lestrarstuðul og lestrarlán við í roknistykkið, eru tað lesandi í Danmark, sum eru best fyri, og tey í Finnlandi, sum eru aftast.
Men verða arbeiðsinntøkurnar hjá teimum lesandi eisini roknaðar uppí, er søgan ein onnur.
Frágreiðingin sigur nevniliga, at um inntøkurnar fyri 10 tímars arbeiði um vikuna verða roknaðar afturat studningi og lestrarlánum, eru tað tey í Føroyum, sum eru best fyri. Beint aftanfyri Føroyar eru Danmark og Noreg.
Verða arbeiðsinntøkurnar roknaðar saman við hægsta studninginum og hægstu lestrarlánsupphæddini eru tað lesandi í Føroyum og Noregi, sum hava hægstu inntøkuna eftir skatt.
Frágreiðingin vísur eisini á, at lestrarlánini eru dýrast í Danmark, av tí at ein renta á 4 prosent longu verður kravd, meðan fólk eru undir lesnaði. So er ikki í hinum norðurlondunum.
Tá kanningin varð gjørd, var talið á lesandi hægst í Danmark og lægst í Føroyum. Talið á lesandi í ymsu londunum varð býtt soleiðis:
Danmark: 291.481
Svøríki: 279.630
Noreg: 168.534
Finnland: 180.077
Ísland: 4.746
Føroyar: 1.171
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald