Mentan

Lesandi í Keypmannahavn savnast aftur til lestrargongu

Úr barr í barr í hjartanum í danska høvuðsstaðnum

Mynd frá í fjør (Mynd: Lestrarfelagið SjÚK)

Mynd frá í fjør (Mynd: Lestrarfelagið SjÚK)

2019-09-23 17:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri lestrargongu, sum í ár verður leygardagin 28. september.

Tað eru MFS og lestrarfeløgini í Keypmannahavn, ið skipa fyri tiltakinum "Lestrargongan". Endamálið við tiltakinum er at savna føroysk lesandi, stimbra um lestrarumhvørvið og at skapa tættari tilknýti millum tey lesandi.

Tiltakið byrjar í veitsluhølunum á Halmtorvet 9 klokkan 14. Her verður tónleikur frá Leu Kampmann at hoyra, samstundis sum fleiri av stuðlunum skipa fyri ráðgeving og leiðbeining til tey lesandi, umframt at skipa fyri stuttligum spølum og kappingum.

Aftaná byrjar sjálv lestragongan, har lesandi fylgjast í smærri bólkum úr barr í barr í hjartanum í Keypmannahavn. Bólkarnir verða í høvuðsheitinum skipaðir eftir skúla og lestrarleið. Aftaná at hava vitjað barrirnar, heldur Lestrargongan fram við Vesterbro á Halmtorvet 9, har ið kvøldið endar við einum braki, tá Páll Finnur Páll spæla.

Tiltakið hevur verið útselt fleiri feðir seinnu árini og er eisini vaskið nógv. Sølan í ár hevur gingið væl, og tað eru bert fá atgongumerki eftir, siga fyrireikararnir.

Sølan endar um fáar dagar, og tað er ikki møguligt at keypa atgongumerki við dyrnar.

Sigast kann ikki annað, enn at tørvur er á einum slíkum tiltaki, har lesandi samlast fyri at hugna sær og møta øðrum lesandi, halda fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder