Mentan

Lesaravirðislønin verður handað í Klaksvík í morgin

Lesarar hava kosið bókina, Saga JAM, eftir Høgna Mohr ta bestu bókina

2024-03-05 09:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tríggjar føroyskar bøkur hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrin Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson. Vinnarin gjørdist ”Saga JAM”.

Mikudagin 6. mars klokkan 17 verður Lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin er 30.000 krónur. Tiltakið er alment. Umframt sjálva handanina verður tónleikur, upplestur og ábit.

Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.

Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder