Eins og í so at siga øllum øðrum londum, so er lesiførleikin hjá fólkaskúlanæmingum versnaður munandi seinastu tíggju árini. Hetta er tí ein stór avbjóðing hjá fólkaskúlanum í framtíðini. Hinvegin er úrslitið hjá føroysku næmingunum í støddfrøði og náttúruvísindum kvinkað eitt sindur uppeftir.
Hetta er í stuttum úrslitið av nýggjastu Pisa kanningini, sum eru løgd fram í dag.
Tað er ikki bara í Føroyum at lesiførleikin er mundndi verri í dag enn hann hevur verið. Hetta er galdandi í øllum londum.
Bárður á Lakjuni vísti í síni røðu á, at tað er týðuligt, at lesiførleikarnir versna samstundis sum skíggjanýtslan og nýtslan av sosialum miðlum og snildtelefonum økist. Tí eigur eiga vit at taka hetta í størsta álvara, og møguliga er loysnin at sett aldursmark fyri at brúka sosialar miðlar, men hetta skal kannast fyrst, segði landsstýrismaðurin við undirvísingarmálum.
Avbjóðingarnar hjá føroyska fólkaskúlanum er eisini at betra um dygdina í frálæruni.
- Tað er ikki vist, at loysnin er fleiri undirvísingartímar. Avbjóðingin er at fáa størri dygd inn í skúlarnar, skapa arbeiðsfrið og virka fyri at næmingarnir fáa avbjóðandi uppgávur, segði Bárður á Lakjuni millum annað.
Føroyar hava til seinastu Pisa-kanningarnar ligið niðast millum Norðurlond, men hetta er ikki galdandi í ár. Nú liggur Ísland undir Føroyar á øllum trimum økjunum, sum vórðu kannað hesaferð – lesing, støddfrøði og náttúru&tøkni.
Pisa-kanningarnar verða gjørd millum næmingar um 15 ára aldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald