Mentan

Lestrarløta í barnahædd í Vágs kirkju

Í morgin verður lestrarløta í Vágs kirkju, og serligur dentur verður lagdur á, at løtan eisini er í barnahædd

2020-12-12 19:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Triðja sunnudag í advent verður lestrarløta í Vágs Kirkju, har serligur dentur er á at løtan eisini er í barnahædd.

Til lestrarløtuna er tað deknurin gjøgnum mong ár Elin Jacobsen ið byrjar og endar, samstundis sum hon hevur fingið Finn Johannessen afturat sær, til at fortelja søgu og stíla fyri nøkrum jólasangum til børnini.

Umframt at søga og sangir eru til børnini, so kemur Martin Restorff at leiða felagssangin við góðum orgulspæli.

Tiltakið verður í Vágs kirkju, í morgin triðja sunnudag í advent klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder