Mentan

Let it come: Nýggj video frá Eivør

Nýggja útgávan ’Segl’ verður leyslatin 18. september

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-25 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Songkvinnan Eivør letur í dag frá sær nýtt sjónbandalag. ’Let It Come’ er nýggjasta lagið av komandi útgávuni hjá Eivør, ’Segl’, sum verður leyslatin 18. september.

Sjónbandalagið er upptikið í Íslandi, og filmurin er undansøga til undanfarna sjónbandalagið, ’Sleep On It’, sum varð leyslatið í farna mánaði.

Báðir filmarnir eru leikstjórnaðir av Einari Egils, og hava sjónleikaran Tómas Lemarquis, sum millum annað hevur spælt við ’Blade Runner 2049’ og ’X-Men: Apocalypse’, við.

Saman við nýggja sjónbandalagnum, kunngerð Eivør eisini nýggjar tíðir fyri umfatandi ætlaðu konsertferðini, sum nú er útsett til 2021.

Um sangin ’Let It Come’ sigur Eivør, at hetta var ein av teimum sangum, ið varð gjørdur í nógvum útgávum, áðrenn hin rætta varð funnin. Fyrstu orðini í sanginum lýsa tilgongdina, sigur hon: “Sometimes I overthink the most simple things”.

- Sangurin er framhald av undanfarna staklagnum, ’Sleep On It’, ið snúði seg um svøvnloysi og at taka truplar avgerðir. ’Let It Come’ er um at koma ígjøgnum hetta stríð, um at fevna ótryggleikan í tær sjálvum og finna dirvið til at trúgva, at okkurt gott kann henda tær, sigur Eivør í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder