Næsta ár verður tvungin herskylda aftur sett í gildi í Lettlandi.
Í Lettlandi, sum er granni hjá Russlandi, búgva uml. tvær milliónir fólk, og landið hevur í løtuni uml. 7.500 herfólk.
– Vit hava onga orsøk til at halda, at Russland fer at broyta atburð, sigur Artis Pabriks, verjumálaráðharri í landinum sambært DR.
Tvungna herskyldan verður so líðandi sett í gildi aftur yvir fimm ár, og fyrsta stigið verður tikið 1. januar 2023.
Menn verða innkallaðir tvær ferðir árliga, og eftir fimm ár verður tvungin herskylda galdandi fyri øll mannfólk millum 18 og 27 ár.
Hjá kvinnum verður tað framvegis sjálvboðið.
Herskyldan fer at vara 12 mánaðir, skrivar estiski miðilin ERR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald