Uttanlands

Lettlendski forsetin fingið koronu

Hetta hendir stutt eftir, at hann hevur verið á ferð í Danmark og Svøríki

Í vikuni vitjaði Egils Levits m.a. í Malmö (Mynd: EPA)

Í vikuni vitjaði Egils Levits m.a. í Malmö (Mynd: EPA)

2021-10-15 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lettlendski forsetin, Egils Levits, er smittaður við koronu. Hetta, hóast hann er liðugt koppsettur.

Upplýst verður, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann arbeiðis heimanifrá.

Levits varð staðfestur smittaður, eftir at hann hevði verið á ferð í Danmark og Svøríki. Endamálið við vitjanini er ikki greitt.

Orsakað av hesum noyðist finski forsetin, Sauli Niinistö nú at fara í sóttarhald, av tí at hann át døgurða við Levits mikudagin, skrivar Ritzau.

At forsetin í Lettlandi fær staðfest koronu nú er óheppið, av tí at hann eftir ætlan skuldi verið vertur fyri fyrsta uttanlandsvitjanina hjá nývalda forsetanum í Estlandi, Alar Karis. Í staðin noyðist formaðurin fyri lettlendska tjóðartingið at taka ímóti Karis.

Levits hevur eisini verið noyddur at avlýsa túrar til Kosovo og Norðurmakedonia í komandi viku, umframt ein fund við rumenska forsetan.

Í løtuni er Lettland mitt í einari nýggjari smittubylgju, og hósdagin varð nýtt lokalt met set, tá yvir 2.400 nýggir tilburðir vórðu staðfestir. Tí er neyðrættarstøða lýst í landinum í tríggjar mánaðir.

Bert 48 prosent av lettlendska fólkinum eru liðugt koppsett. Tað er fjórðlægsta talið í ES eftir Bulgaria, Rumenia og Kroatia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder