Innanlands

Letur miðlaheiðurslønina víðari við Covax

Læknin og granskarin Marnar Fríðheim fekk í gjár heiðursløn fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-25 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á Vísindavøkuni í Kongshøll i Havn í gjár varð kunngjørt, at Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d. lesandi á Setrinum, fær ársins miðlaheiðursløn. Hann fær heiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina. 

Í takkarrøðu síni segði Marnar Fríðheim Kristiansen, at hann fer at lata virðislønina á 5.000 krónur víðari til Covax-samstarvið, sum kann nýta peningin til koppsetingar í londum, har koppseting enn vantar.

- Heimsfarsóttin verður ikki liðug, fyrr enn øll lond í heiminum hava atgongd til koppingarevni. Vit eiga at tryggja, at eisini tey lond sum í dag ikki hava atgongd til koppingarevni, fáa tað. Bæði teirra vegna, men eisini fyri okkara skyld, segði læknin.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn.

Í nevndini sita Jón Brian Hvidtfeldt umboðandi Føroysk Miðlafólk, Ingi Højsted fyri Fróðskaparsetrið og og Dagmar Joensen-Næs vegna Granskingarráðið.

Jón Brian Hvidtfeldt segði m.a. soleiðis, tá hann avdúkaði, hvør fekk heiðurin:

- Dómsnevndin metir, at Marnar Fríðheim Kristiansen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina. Hann hevur lagt nógva orku í gransking av koronafarsóttini, síðani hon rakti landið í fjør vár. Umframt at granska sjálvur, hevur hann tikið vitan frá aðrari gransking til sín og er farin út til almenningin við sínari vitan.

- Hann hevur verið nógv frammi í miðlunum við nýggjastu vitanini um korona og hevur verið íðin at  víst aftur falskunning um korona.

- Hann hevur eisini tikið stig til beinleiðis ráðgeving á Facebook, har hann saman við øðrum læknum hevur svarað ivamálum hjá fólki aftur við hollari vísindaliga grundaðari vitan.

Hinir læknarnir, sum svara spurningar á hesum Facebook-bólkinum, “Spyr ein lækna”, eru Gunnhild Helmsdal, Jeaneth Løkjá, Ronja Midjord Mikkelsen og Guðrun Zachariassen. Í takkarrøðu síni segði Marner Fríðheim Kristiansen, at hesar eisini eiga stóran part av hesari viðurkenningini.

Heiðurslønin, sum Granskingarráðið letur á Vísindavøkuni fyri at heiðra framúr góða almenna miðling og gransking, er latin síðan 2012. Tey, ið frammanundan hava fingið heiðurin eru hesi:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder