placeholder
Innanlands

Letur til at fólk halda tilmælini

Einki at skriva heim um hjá løgregluni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-10 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tíbetur hevur alt verið friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn um náttina.

Fólk hava eftir øllum at døma hildið seg til tilmælini, og hildið seg við hús. Í øllum førum hevur løgreglan ikki fingið nakra fráboðan um larm ella nakað.

Matstovur og skeinkistøð skulu nú sambært lóg steingja klokkan 22, og vakthavandi upplýsir, at fá fólk hava verið úti, og tað var einki náttarlív í havnargøtum.

Patruljur hjá løgregluni hava eisini kannað akfør, men heldur ikki her var nakað at skriva heim um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder