2021-10-28 09:13

Í morgin verða ferðsluviðurskiftini í høvuðsstaðnum 'normaliserað' aftur, tí tá verður arbeiðið at leggja hitarør í brekkuna millum Tróndargøtu og Dalavegin liðugt.
Talan er um heimasta part av Jóanesar Paturssonargøtu, sum á mannamunni mest hevur verið rópt køkubúðbrekkan. Brekkan hevur verið partvíst afturlatin fyri vanliga ferðslu síðan síðst í august mánaði.
Og tað hevur merktst á ferðsluni í Havn, tí tað er ein stórur partur av ferðsluni tvørtur um býin, koyrir vanliga fer eftir hesum vegastrekki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald