2019-02-20 12:27
Tað er ein fragd at kunngera, at Lewis Capaldi framførir á G! 2019. Ungi skotski tónleikarin er vorðin heimsgitin seinasta árið. Í síðstu viku varð hansara staklag ‘Someone You Loved’ nummar 1 á iTunes. Í kvøld luttekur hann á Brit Awards, har hann er í uppskoti til víðagitnu Critics Choice Award, sum er virðislønin hjá bretskum tónleikaummælarum. Virðislønina vann Rag’n’Bone Man í fjør.
Tónleikurin hjá Lewis er eitt áhugavert bland av syrgnum løgum, tvinnað saman við hittinorðanum skemtingarsemi. Hetta blandið ger hann heilt serstakan.
Ungi tónleikarin hevur havt eina óvanliga skjóta og beina leið upp í hæddirnar. Hann er í løtuni nummar 3 á Official Top 40 listanum í Bretlandi og á sosialu miðlunum veksur fylgjaraskarin við rúkandi ferð. Við Lewis Capaldi hevur G! festivalurin ikki bara fingurin á pulsinum, men beint á hálsæðrini. Gleð teg at uppliva eina av ársins bestu tónleikasøgum á sandinum í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald