Uttanlands

Leyg fyri arbeiðsgevaranum: Fekk treytaða fongsulsrevsing

Ein 58 ára gomul kvinna í Roskilde leyg seg sjúka fyri at fáa frí, og nú hevur hon fingið 30 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri svik

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-11-24 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark hevur ein 58 ára gomul kvinna úr Roskilde fingið 30 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at lúgva fyri arbeiðsgevara sínum, so hon kundi sleppa í feriu.

Sambært DR hevði kvinnan í nógv ár hildið feriu fyrstu vikuna í juli, men summarið 2017 fekk hon ikki frí ta vikuna. Tá tað ikki eydnaðist henni at fáa feriuætlanina broytta, leyg hon fyri arbeiðsgevaranum fyri at fáa frí kortini.

Hon segði við arbeiðsgevaran, at hon skuldi undir skurð og tí mátti sjúkrameldast í eina viku. Soleiðis eydnaðist tað henni at fara í feriu kortini, men tá hon kom heim aftur, fekk tað avleiðingar.

Hon varð nevniliga skuldsett fyri svik, og í rættinum í Roskilde játtaði hon seg seka í ákærunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder