2019-12-05 20:18
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Síðsta hond verður løgd á skoytibreytina niðan móti nýggja Banknordik á Biskopstorgi í Klaksvík, og leygardagin verður klárt hjá klaksvíkingum og øðrum at skoyta.
Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni í dag, og leggur afturat at upplatingartíðir og kostnaður fyri at skoyta verður kunngjørt á heimasíðuni í morgin fyrrapartin.
Skoytibreytin verður 380 fermetrar til støddar.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald