
Hesa vikuna kemur Margretha drotning til Føroya, og á ferðini vitjar drotningin í Havn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.
Tað verður leygardagin 17. juli, at drotningin vitjar í Vágum, har Bjarni prior, borgarstjóri í Vága kommunu, verður vertur.
Drotningin kemur til Vatnsoyrar leygardag seinnapartin klokkan 15.20, har borgarstjórin tekur ímóti uttanfyri Zarepta og presenterar býráðið í Vága kommunu. Síðan presenterar borgarstjórin leiðsluparið á Zarepta, og greiða tey frá søguni um Zarepta og tí virksemi sum er í húsinum.
Í sambandi við, at tað í oktober eru liðin 100 ár síðan fyrstu fólkini búsettu seg á Vatnsoyrum, ger Vága kommuna eitt miðstaðarøki í bygdini. Ætlanin var, at drotningin skuldi avdúka miðstaðarøkið í sambandi við vitjanina, men seinkingar við levering av tilfari hava ført við sær, at tann parturin tíverri er avlýstur, skrivar Vága kommuna.
Á síni fyrstu vitjan í Føroyum í 1959, sum krúnprinsessa, var drotningin á Gamla Hotel - Magneta í Miðvági saman við foreldrunum, og leygarkvøldið klokkan 19 verður borgarstjórin í Vága kommunu vertur fyri døgurða fyri innbodnum á Gamla Hotel.
Í 1959 var millum annað farið út á altanina at heilsa uppá fólkið, sum var komið saman, og ynski er at endurskapa myndina niðanfyri, og tí fer drotningin út á altanina aftaná døgurðan at heilsa uppá tey, sum møta upp, skrivar Vága kommuna, sum minnir á almennu tilmælini um at halda frástøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald