Innanlands

Leysir hundar í Sørvági skapa ávísar trupulleikar

Hetta ger millum annað, at summi børn eru bangin fyri at ganga heim úr skúla, vísa tey sum ringja inn til løgregluna á.

Ein løgregluhundur er her í gongd við sítt arbeiði - aktingarmaðurin hjá Sørvágs kommunu hevur fingið fráboðan um støðuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein løgregluhundur er her í gongd við sítt arbeiði - aktingarmaðurin hjá Sørvágs kommunu hevur fingið fráboðan um støðuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-15 12:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ávísir trupulleikar hava verið við nøkrum leysum hundum í Sørvági.

Hetta segði vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn fyrrapartin, í sambandi við at fólk hava ringt inn.

Tað er talan um stúrin foreldur, sum hava gjørt vart við støðuna - hetta seinnapartin í gjár. Hon ger millum annað, at summi børn ikki tora so væl at ganga heim úr skúla.

Aktingarmaðurin í kommununi hevur fingið fráboðan, staðfestir vaktleiðarin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder