Uttanlands

Leyslatin aftur eftir 1900 krónur í bót

Marina Ovsjannikova er tó enn ikki ákærd fyri at hava brotið seg inn í sjónvarpssendingina hjá statsligu russisku sjónvarpsstøðini mánakvøldið

2022-03-16 17:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiska sjónvarpskvinnan, Marina Ovsjannikova, kundi í gjárkvøldið tosa við fjølmiðlarnar eftir at hon varð leyslatin og dømd at rinda eina bót á 30.000 ruplar, svarandi til 1.900 í okkara krónum.

Marina Ovsjannikova er hon, sum mánakvøldið breyt seg inn í eina tíðindasending hjá statsligu russisku sjónvarpskanalini Kanal 1 við einum skelti, við áskriftini “Nei til kríggj. Støðga krígnum. Trúgv ikki propaganduni. Tey lúgva fyri tykkum”.

Hon arbeiddi, fram til í gjár, sjálv á støðini sum framleiðari. Áðrenn hon breyt seg inn í sjónvarpsstudio, legði hon eini videoboð út á sosialu miðlarnar, har hon heitti á landsmenn sínar um at mótmæla krígnum.

Bótin, sum hon var dømd at rinda, var fyri hetta videobrotið. Hon er enn ikki ákærd fyri mótmælistiltakið í sjónvarpinum, skrivar tv2.dk.

Marina Ovsjannikova greiddi frá, at hon varð avhoyrd í 14 tímar um málið, og fekk ikki møguleika at seta seg í samband við nakran ella fáa løgfrøðiliga hjálp.

Hóast tað sambært russiskari lóg er møguligt at døma fólk, ið “spjaða følsk tíðindi um vápnaðu hermegina í Russlandi” upp í 15 ára fongsul, so bendir alt á, at Marina Ovsjannikova framvegis kann tosa frítt.

- Eg tók avgerðina einsamøll, tí mær dámar ikki, at Russland hevur gjørt hesa innrásina. Tað er ræðuligt, segði hon við miðlarnar í gjárkvøldið.

Hon hevði onga viðmerking til sjálvan dómin..

Síðani hendingina er Marina Ovsjannkova fagnað um allan heim, eitt nú eisini av ukrainska forsetanum, Volodymir Zelenskij.

Russiski journalisturin Leonid Khmelitski, sum fyrr hevur starvast á russisku Kanal1, men sum nú býr í Danmark, sigur við TV2, at mótmælistiltakið hjá Marinu Ovsjannikova kann fáa stóra ávirkan á vanliga russaran.

- Slíkt virkar sum ein bumba. Tú kanst ímynda tær ein vanligan russiskan hyggjara. Hann ella hon livir í einum vakstrarhúsi, ið er fylt við lygnum. Knapliga brotnar glasið. Hon hevur brotið glasið. Tað er tað, sum er so týdningarmikið. Tí trúgvi eg heldur ikki, at myndugleikarnar fara at lata hana sleppa so lætt, segði Leonid Khmelitski í samrøðu við TV2 í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder