Innanlands

LGBT bjóðar samrøðubólk til tvørkynd

Í samrøðubólkinum kunnu tvørkynd deila sínar royndir, tankar og upplivingar – Tað er sálarfrøðingurin Bjørt Lind, sum fer at leiða bólkin, sum er eitt ókeypis tilboð

Fløgg hjá LGBT (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fløgg hjá LGBT (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-08 12:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

LGBT Føroyar fer nú á fyrsta sinni at bjóða ein samrøðubólk til tvørkynd.

Í samrøðubólkinum kunnu tvørkynd deila sínar royndir, tankar og upplivingar. Mann lurtar og lærir frá hinum í bólkinum, og kann stuðla og hjálpa øðrum í somu støðu sum ein sjálvur.

Tað hevur stóran týdning at kunna tosa við onnur í somu støðu sum ein sjálvur, onnur, sum skilja, hvussu ein hevur tað, sigur LGBT Føroyar, sum ger greitt, at samrøðubólkurin ikki er ein viðgerð men eitt stað, har fólk í somu støðu kunnu fáa ráðgeving, stuðul og hjálp frá hvørjum øðrum.

LGBT skrivar m.a. soleiðis:

– Øll verða hoyrd, sædd og tikin í álvara og tað er púra upp til ein sjálvan, hvat ein ynskir at deila við hini í bólkinum.

– Samrøðubólkurin verður eitt frírúm, har tú kanst verða akkurát tann tú ert uttan fordøming.

Tað verður sálarfrøðingurin Bjørt Lind, sum fer at leiða samrøðubólkin, sum fer at hittast annað hvørt hóskvøld frá klokkan 19 – 21 í hølinum hjá LGBT í Tórsgøtu 16 í Havn.

Í løtuni starvast Bjørt Lind sum námslektari á Setrinum, umframt at hon hevur sálarliga viðgerð við bæði einstaklingum og pørum. Hon hevur royndir við samrøðubólkum og hevur eisini arbeitt við tvørkyndum ungum áður.

Talan er um eitt ókeypis tilboð, sum ein kann melda seg til við antin at senda LGBT ein teldupost á [email protected] ella við at senda felagsskapinum eini boð á Facebook.

Freistin at melda seg til er mikudagin 10. mars.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder