
Leigusáttmáli varð í dag undirskrivaður millum LGBT Føroyar og Tórshavnar kommunu, nú hølini á 3. hædd í Tórsgøtu 16 eru leigað út til virksemið hjá felagsskapinum.
Tórsgøta er mentanargøta, og her fara tey at menna virksemi felagsins.
- Vit síggja fyri okkum eitt livandi og litríkt stað, sum fer at seta sín dám á býarmyndina og lívið í miðbýnum, siga tey úr LGBT Føroyar.
Tað er í hesum bygninginum í Tórsgøtu, at LGBT fer at húsast (Mynd: Google Maps)
LGBT Føroyar hevur sett sær fyri at betra um sálarheilsuna og trivnaðin hjá limunum. Hølini verða millum annað brúkt til hesa verkætlanina.
Hølini eru 76 fermetrar til støddar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald