placeholder
Innanlands

LGBT+ Føroyar sett samskipara í starv

Esther Margreth Petersen er sett í parttíðarstarv á skrivstovuni hjá LGBT+ Føroyar

2022-03-20 22:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1. mars varð Esther Margreth Petersen sett í parttíðar starv á skrivstovuni hjá LGBT+ Føroyar. Esther er við í nevndini í LGBT+ Føroyar, og vit eru sera fegin um, at hon hevur tikið hesa uppgávu á seg. Við góðum hølum mitt í býnum og eini góðari og virknari nevnd var neyðugt at seta fólk í parttíðar starv, sum kundi samskipa og taka sær av teimum nógvu og ymisku uppgávum, sum LGBT+ Føroyar hevur.

Esther og kona hennara, Fía, eru fluttar heim aftur eftir at hava lisið og búð í London í nøkur ár. Tær eru partur av tí ráki, vit hava sæð seinastu tíðina, har nógvir lgbt+arar flyta heim eftir ár í útlondum.

Esther er 29 ár og hevur eina bachelor í enskum bókmentum, við denti á millum annað queer bókmentir, og eina master í at undirvísa í enskum sum annað mál. Harafturat tekur hon hjánám í føroyskum á Setrinum. Esther hevur ymiskar arbeiðsroyndir frá millum annað almannaverkinum, dagstovnum og kundatænastu og samskipan í London frá Royal Collection Trust og the Postal Museum.

Eftir at hava arbeitt miðvíst við at vinna okkum rættindi til hjúnarband og foreldramyndugleika, er løgfrøðiligt kynsskiftið til tvørkynd tað, sum er næst á skrá. Hetta saman við tiltøkum og átøkum, sum skapa betri trivnað og sálarheilsu verður tað, sum Esther fer at arbeiða við. 

Hóast sigrar eru vunnir seinastu árini, so er enn nógv at arbeiða við bæði í mun til lóggávu, hugburð til lgbt+arar og í arbeiðinum áhaldandi at skapa eitt fjølbroytt og rúmligt samfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder