Sjónleikarin Liam Neeson, sum m.a. er kendur úr "Taken" verður ákærdur fyri at vera rasistur. Orsøkin er, at hann í einari samrøðu við bretska miðilin Independent segði, at hann einaferð ætlaði at drepa ein myrkan mann.
66 ára gamli Liam Neeson sigur seg tó ikki vera rasistur.
Í samrøðuni greiðir Liam Neeson frá, at ein kvinna, hann kendi varð neyðtikin fyri langari tíð síðani, og at hon segði honum, at neyðtøkumaðurin var myrkur.
- Eg gekk úti í gøtunum við einum slagvápni og vónaði, at onkur fór at koma nærri, og tað skammist eg yvir, sigur Liam Neeson.
Hann greiðir frá, at hann gjørdi hetta í uml. eina viku við vón um, at onkur myrkur maður fór at koma úr einum skeinkistaði og royna at leypa á hann ella okkurt líknandi, so hann kundi drepa hann. Sjálvur er hann klárur yvir, at tað hann sigur er kontroversielt.
- Tað tók mær eina viku, møguliga hálvaaðru, at koma gjøgnum hetta. Hon (kvinnan, sum var blivin neyðtikin, red.) spurdi meg, 'hvar fert tú?' og eg svaraði bara 'út at ganga túr'. Tað var ræðuligt, tá eg nú hugsi um, at eg gjørdi soleiðis. Og eg havi ongantíð ásannað hetta, og nú sigi eg hetta fyri einum tíðindafólki, sigur Liam Neeson.
Samrøðan hevur skapt øsing í USA, og í sendingini "Good Morning America" á ABC greiddi Liam Neeson í dag frá, at hetta hendi fyri meira enn 40 árum síðani, og at kvinnan, sum varð neyðtikin nú hevur verið deyð í fimm ár.
Sambært Liam Neeson hevði hendingin einki við rasu at gera.
- Hevði hon sagt, at hann var íri ella skoti ella ein úr Litava, so veit eg, at tað hevði havt somu ávirkan. Eg royndi at stuðla góðu vinkonu mína á ein ræðuligan hátt. Eg gjørdist skelkaður og særdur, og eg søkti hjálp aftaná, sigur Liam Neeson.
Men hesa frágreiðingina eru fleiri ikki nøgd við, nógv finnast at Liam Neeson og halda framvegis, at hann er rasistur.
Í samrøðu við ABC segði Liam Neeson sjálvur, at hann fegin vil hava, at fólk tosa um rasismu, og hann heitir á fólk um at vera opin og tosa um tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald