Í Libanon savnaðust mótmælisfólk í gjár framman fyri heimið hjá nýggja forsætisráðharranum, Hassan Diab, at krevja, at hann legði frá sær, hóast hann hevði havt minni enn tíggju dagar í sessinum.
Seinastu tíðina hevur ófriður verið í landinum. Tað var stóra mótmælisrørslan, sum var orsøkin til, at fyrrverandi forsætisráðharrin, Saad Hariri, legði frá sær 29. oktober.
Mótmælini hildu tó fram, eftir at Hariri hevði lagt frá sær, meðan politisku flokkarnir í landinum í vikuvís royndu at samráðast. Tað var 19. desember, at flokkarnir endiliga gjørdust samdir um at peika á Hassan Diab sum forsætisráðharra.
Sambært Ritzau, hevur Diab roynt at ganga krøvunum hjá mótmælisfólkunum á møti við at lova teimum, at hann fer at skipa nýggja stjórn við óheftum serfrøðingum innan seks vikur. Annars plagar tað í Libanon at taka fleiri mánaðir at skipa stjórn.
Men hetta var ikki nóg mikið fyri mótmælisfólkini, og kravdu tey tí, at hann legði frá sær.
Hassan Diab hevur sagt, at stjórn hansara fer ikki at vera sum aðrar stjórnir í Libanon hava verið, har religiónin ávirkar býtið av ábyrgdarsessum.
Sambært stýriskipanini í Libanon, skal forsætisráðharrin vera sunnimuslimur, og tað er Hassan Diab eisini.
Eisini er krav, at forsetin er kristin, meðan formaðurin í tjóðartinginum skal vera shiamuslimur.
Nógv av mótmælisfólkunum eru ónøgd við, at shiamuslimska Hizbollah-rørslan stuðlar Hassan Diab sum forsætisráðharra.
Núverandi støðan í Libanon hevur skapt størstu fíggjarkreppuna í landinum síðan borgarakríggið, sum endaði í 1990.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald