Uttanlands

Libanon: Sendiharrin í Berlin verður stjórnarleiðari

Nýggi forsætisráðharrin í vanlukkurakta landinum eitur Mustapha Adib

Mustapha Adib er útnevndur til nýggjan stjórnarleiðara í Libanon (Mynd: EPA)

Mustapha Adib er útnevndur til nýggjan stjórnarleiðara í Libanon (Mynd: EPA)

2020-08-31 18:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tjóðartingið í Libanon hevur í dag kosið landsins sendiharra til Berlin, Mustapha Adib, til nýggjan forsætisráðharra, skrivar AFP tíðindastovan.

Hann vær til uppgávu at skipa nýggja stjórn og leiða landið gjøgnum kreppuna eftir ógvusligu spreingingina í havnini í Beirut 4. august.

48 ára gamli Adib varð útnevndur tríggjar vikur eftir, at Hassan Diab tók seg úr sessinum orsaka av spreingingini.

Adib hevur verið sendiharri Libanons í Týsklandi síðan 2013.

Hann ætlar at skipa stjórnina skjótt, tí tað hevur skund at seta skipanir í verk og gera avtalu við altjóða gjaldoyragrunnin um fíggjarliga hjálp, skrivar Reuters.

- Nú eru ikki stundir til orð, lyftir og ynskir. Vit skulu arbeiða fyri at fáa lív í okkara land aftur og skapa eina vón fyri fólkið um framtíðina, sigur Adib við týsku dpa-tíðindastovuna og leggur afturat, at hann fer at leggja dent á førleika og serfrøði, tá hann fer at útnevna ráðharrar sínar.

Libanon er í svárari kreppu eftir spreingingina fyrst í mánaðinum. Yvir 180 fólk doyðu í spreinginini, har eisini um 6.000 fingu skaða.

Hartil hendu umfatandi oyðileggingar í Beirut, sum tað fer at kosta milliardir at gera aftur. Forsetin í Libanon, Michel Aoun, hevur mett, at kostnaðurin verur meira enn 15 milliardir dollarar – 95 milliardir krónur, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder