Uttanlands

Liberaldemokratarnir framvegis størstir í Hetlandi

Tað verður Beatrice Wishart, sum avloysir Tavish Scott í skotska tjóðartinginum tað, ið er eftir av hesum valskeiðinum

Beatrice Wishart, til høgru, takkar mótvalevnunum fyri valdystin (Mynd: BBC)

Beatrice Wishart, til høgru, takkar mótvalevnunum fyri valdystin (Mynd: BBC)

2019-08-30 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

 

Tað verður framvegis ein liberaldemokratur, sum skal tala søk hetlendinga í skotska tjóðartinginum, Holyrood.

Hetlandingar høvdu umval í gjár fyri Tavish Scott, sum hevur tikið seg burtur politikki. Spenningur var undan valinum, tí hetlendingar hava ongantíð verið umboðaðir av øðrum enn mr. Scott síðan skotska tjóðartingið varð endurstovnað í 1999.

Men ongin broyting kom í á umvalinum. Hetlendingar stóðu saman um valevnið hjá liberaldemokratunum, Beatrice Wishart, sum vann ein greiðan sigur.

Liberaldemokratarnir fingu 5.659 atkvøður ella 47,8 prosent av atkvøðunum, meðan skotski tjóðveldisflokkurin, SNP og Tom Willis fingu 3.822 atkvøður ella 32,3 prosent.

Í mun til valið í 2016 var úrslitið hjá liberaldemokratunum ein afturgongd upp á næstan 20 prosentstig, meðan SNP gekk fram við 9 prosentstigum.

Triðbesta úrslitið ávalinum í gjár fekk leysgangarin Ryan Thomson við 1.266 atkvøðum og 10,7 prosentum av atkvøðunum. Konservativi flokkurin fekk 3,6 prosent, tey grønu1,6, Labour 1,3 og UKIP 0,5 prosent.

11.835 fólk vóru á vali, svarandi til eina valluttøku á 66,5 prosent. Seinast var valúrtøkan 62 prosent.

Eftir valúrslitið takkaði Beatrice Wishart fyri stuðulin og fegnaðist um, at hon kundi gerast fyrsti kvinnuliga umboð fyri hetlendingar á tingi.

- Hetland hevur enn einaferð víst skotskari nationalismu aftur og víst at vit ikki góðtaka háðandi mátan sum okkara samfelag verður viðgjørt av sitandi stjórn. Eg fari nú í tjóðartingið at seta krav um tey ting, sum vit hava víst á í okkara valstríði. Og tað er at halda stjórnini fasta í tómu lyftunum um at geva okkum hetlendingum betri viðurskifti. Tað snýr seg um ferðasambandið til skotska meginlandið, barnaansingina, heilsuverkið og breiðband, segði hon eftir at valsigurin varð kunngjørdur.

Vanligt val til skotska tjóðartingið verður aftur á vári 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder