Liberali advokaturin Zuzana Caputova verður komandi forseti í Slovakia. Hon verður eisini fyrsta kvinna, sum gerst forseti í søgu Slovakia.
Hon vann valið við 58,3 prosentum av atkvøðunum á mótvalevninum, Maros Sefcovic.
Hann er ES-nevndarlimur og frá stjórnarflokkinum Smer-SD, meðan Zuzana Caputova er eitt óskrivað blað politiskt.
Hon er 45 ár, advokatur og liberalur, og var undan valinum mett at vera tann, ið hevði besta møguleikan at vinna.
Sum advokatur arbeiddi hon í fleiri ár við at fáa rudda upp á einum eitraðum tyrvingarplássi nærhendis býin Pazinok uttan fyri høvuðsstaðin, Bratislava.
Nú verður hon so landsins fyrsti kvinnuligi forseti. Men tað er ikki bert har, at hon er øðrvísi.
Hon hevur so at siga ongar politiskar royndir, og stendur sostatt sum mótsetningur hjá sosialdemokratiska mótstøðumanninum, Maros Sefcovic, sum hevur 10 ára royndir við skiftandi nevndarsessum í ES.
Hon er eisini kend sum andstøðingur til sitandi stjórn ílandinum.
Í einum landi, har hjúnaband millum fólk av sama kyni ikki er loyvt, gongur hon til dømis sterkt inn fyri fleiri rættindum til LGBT-persónar.
Fyri einum ári síðan umfatandi politisk kreppa í Slovakia eftir at ein journalistur varð dripin, sum var í holt við at avdúka mutur á hægsta stigi í politisku skipanini.
Journalisturin, Jan Kuciak, og vinkona hansara, Martina Kusnirova, vórðu dripin í íbúð teirra í februar 2018.
Tað hendi stutt innan, at Kuciak skuldi almannakunngera eina avdúkandi grein um samband millum slovakiskar politikarar og italsku mafiuna.
Dupultdrápið fekk slovakar í tíggjutúsundavís til at mótmæla móti valdshavarunum, og fleiri veljarar vendu landsins størsta flokki, Smer-SD, flokkinum hjá Sefcovic, bakið.
Í valstríðnum hevur Zuzana Caputova serliga lagt dent á, at hon vil basa muturi ílandinum.
Forsetaembætið í Slovakia er annars meira eitt umboðandi embæti enn eitt politiskt. Men forsetin hevur vald til at koyra forsætisráðharran frá og leggja veto móti setanini av nýggjum ákærum og dómarum. Hetta verður mett at vera eitt avgerandi vápn í stríðnum móti korrupsjón.
Sitandi forsetin í Slovakia, Andrej Kiska, ynskti ikki at stilla uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald