Nýggi Slovakiski forsetin verður Zuzana Caputova.
Hetta er greitt, eftir at 98,1 prosent av atkvøðunum vórðu taldar í nátt
45 ára gamla Zuzana Caputova fekk 58,3 prosent av atkvøðunum, og sostatt vann hon á ES-komisserinum Maros Sefcovic, ið fekk 41,7 prosent av atkvøðunum, skrivar DR.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Slovakia fær ein kvinnuligan statsleiðara.
Zuzana Caputova er kend sum antikorruptiónsaktivistur og hevur ongar aðrar politiskar royndir. Slagorð hennara undir valstríðnum var "Far ímóti tí ónda".
Nógvu atfinningarnar hjá henni móti stýrinum í Slovakia hava eisini vakt ans.
Í fjør luttók hon millum annað í mótmælunum, tá Jan Kuciak, ein tíðindamaður, sum hevði verið sera atfinningarsamur móti stýrinum, varð dripin saman við unnustuni í februar 2018. Hetta hendi stutt áðrenn, hann fekk almannakunngjørt eina grein um samband millum politikarar í Slovakia og mafiain í Italia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald