Innanlands

Lidnir fyri í kvøld - byrja málsøkjabýtið í morgin

ABH-samgongan nærkast

Bárður á Steig Nielsen fór á middegi á fund við løgtingsformannin, og fekk loyvi at halda fram við samráðingunum (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen fór á middegi á fund við løgtingsformannin, og fekk loyvi at halda fram við samráðingunum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-10 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í allan dag hevur verið arbeitt víðari við samgonguskjalinum, sum nú av álvara nærkast.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eru nú so mikið samdir, at í morgin verður farið í holt við málsøkjabýtið

Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, var á middegi á fundi við løgtingsformannin, og hann fekk loyvi at halda fram við samráðingunum. Á middegi segði Bárður, at tað ikki gekk lang tíð til nýggja samgonguskjalið fór at vera almannakunngjørt og undirskrivað.

Helst verður hetta einaferð í morgin ella hósdagin.

Leygardagin kemur løgtingið saman til fyrsta tingfundin hetta valskeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder