Innanlands

Liðug at lesa til tannlækna í Polandi

Fyrstu føroyingar, ið hava lokið tannlæknaprógv á hesum universitetinum, og helst eisini fyrstu í Polandi yvirhøvur

Frá vinstru Oluf Dam, Berghild Müller Thomsen og Kristina Olga Olavsdóttir

Frá vinstru Oluf Dam, Berghild Müller Thomsen og Kristina Olga Olavsdóttir

2023-07-31 17:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggir føroyingar fingu fyrr í summar prógv sum tannlæknar í Polandi. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar hava lokið prógv sum tannlæknar har.

Tey trý hava lisið á Pomeranian Medical University (Pomorski Uniwersytet Medyczny) í Szczecin (Stettin). Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar fáa prógv sum tannlæknar á hesum universitetinum, og hildið verður eisini, at hetta eru fyrstu føroyingar yvirhøvur, sum fáa tannlæknaprógv í Polandi.

Tey trý eru Oluf Dam úr Miðvági, Berghild Müller Thomsen úr Skopun og Kristina Olga Olavsdóttir av Tvøroyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder