Innanlands

Liggja nærmast í myrkri um onkur ger seg inn á okkara samskiftiskaðalar

Vit hava tríggjar kaðalar, sum geva okkum samband við útheimin og ger onkur seg inn á hesar, so liggja vit nærmast í myrkri tá tað kemur til samskifti. Fimti partur í røðini um verju

Jógvan Thomsen, Bárður Christiansen og Michael Thomsen (Mynd: Petur Zachariassen)

Jógvan Thomsen, Bárður Christiansen og Michael Thomsen (Mynd: Petur Zachariassen)

2024-12-30 17:12 Author image
Redaktiónin
placeholder

Jógvan Thomsen, Bárður Christiansen og Michael Thomsen starvast á Fjarskiftiseftirlitinum og greiða í hesari ljóðsamrøðuni frá teirra uppgávum viðvíkjandi nettrygd og greiða eisini frá ymiskum hesum viðvíkjandi.

Landsstýrið hevur givið út ein faldara við eini Nettrygdarætlan og er hetta ein partur av tí, sum verður tosað um. Eru vit nóg trygg við at hava tríggjar fipur sjókaðalar, sum gevur okkum samskiftissamband við útheimin um so er at onkur ger seg inn á ein av teimum? Er ikki møguligt at skifta hetta út við satelittsamband?

Hoyr fimta part í røðini um verju í Føroyum, sum Petur Zachariassen leggur til rættis. 

Partur 1: Dátueftirlitið: Vit hyggja eisini í skrellispannir fyri at vita um alt gongur rætt fyri seg

Partur 2: Høgni Hoydal: Trygdar- og verjumál eru sett ovast á skránna

Partur 3: Tilbúgvingin í Eysturkommunu: Hvør minuttur telur

Partur 4: Tórshavnar Sløkkilið: Annað enn eldur hjá sløkkiliðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder