Innanlands

Líka gott sum besta árið nakrantíð

Ársúrslitið hjá RTS Contractors er javnt líka gott, sum besta úrslit nakrantíð hjá felagnum, sum var í 2015

(Mynd: RTS Contractors)

(Mynd: RTS Contractors)

2022-07-05 09:15 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

RTS Contractors er fyritøka, heimhoyrandi í Runavík, sum gera øll arbeiðir innan fyri jørð og kloakk umframt byggibúning og lendisarbeiði. Eitt nú hevur RTS tikið sær av at gera havnaløg, grótkast, fótbóltsvallir, útstykkingar, grundstykkir osv. Harumframt tekur RTS sær eisini av maskinflutningi.

[object Object]

[object Object]

Roknskapurin hjá RTS Contractors fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin er øktur úr 12,7 mió.kr. til 20,3 mió.kr. í 2021. Vøksturin er 60 prosent.

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 4,5 mió.kr. í 2021, móti 2,3 mió.kr. í 2020.

Árið 2021 gav eitt avlop eftir skatt á 3 mió.kr., sammett við 1,4 mió.kr. í 2020. Vøksturin er 1,6 mió.kr. ella 116 prosent í mun til 2020.

Samlaði fíggjarjavnin hjá RTS Contractors var 32,6 mió.kr. í 2021 samanborið við 22,2 mio.kr. í 2020.

Serliga sæst at støðisognir og herundir materiellar støðisognir eru øktar ír 11,9 mió.kr. í 2020 til 17,6 mió.kr. í 2021.  Ognir í umferð eru somuleiðis øktar, úr 10,3 mió.kr. í 2020 til 15 mió.kr. í 2021.

Eginognin RTS Contractors var við ársenda 2021 í alt 4,6 mió.kr. Trygdarevnið hjá felagnum var 14 prosent.

Felagið hevði við árslok 2021 eina langfreistaða skuld á 5,7 mió.kr. sammett við 4,5 mió.kr. í 2020.

Stuttfreistaða skuldin er økt úr 12,8 mió.kr. í 2020 til 26,5 mió.kr. í 2021. 

Gjaldførið hjá RTS Contractors var rímiliga lágt, tá hugt verður eftir lyklatalinum gjaldførislutfall, sum fall úr 125 prosent í 2020 til 72 prosent í 2021. Tó skal viðmerkjast at tøki peningurin hjá felagnum við ársenda 2021 var 4 mió.kr.  

Høvuðspartaeigari av RTS Contractors P/F er fyritøkan MT Højgaard Føroyar P/F. 

Stjóri í RTS Contractors P/F er Andrias Rasmus Frederik Lamhauge og nevndarformaður er Peter Søborg Kofoed.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder