Mentan

Likam: Nýggj serframsýning á Listasavni Føroya

Serframsýningin fevnir um listaverk, ið viðgera kroppin á ymsan hátt. Føroysk listafólk hava millum annað avmyndað kvinnur við barn og fyrstu tíðina, har lítla barnið er tætt tengt at umsorganarpersóni. Eisini eru verk, ið viðgera tað kropsliga og biologiska – tár, kyknur, likamslutir. Nærlagdar studiemyndir av kroppinum og meiri hugfloygdar myndir við kroppinum sum útgangsstøði, verða eisini at síggja

2024-04-15 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 19. apríl letur nýggja serframsýningin "Likam" upp á Listasavni Føroya.

– Kroppurin er avmyndaður til allar tíðir í skiftandi hami. Frá fyrstu holumyndunum, til grikskar standmyndir av idealkroppum, til suðureuropeiskar málningar av naknum kroppum. Seinni verður kroppurin eisini viðgjørdur bæði politiskt og konceptuelt og sjóneykan verður sett á partar av kroppinum og sansaligar upplivingar. Men hvussu sær kroppurin út í føroysku listini?

– Serframsýningin fevnir um listaverk, ið viðgera kroppin á ymsan hátt. Føroysk listafólk hava millum annað avmyndað kvinnur við barn og fyrstu tíðina, har lítla barnið er tætt tengt at umsorganarpersóni. Eisini eru verk, ið viðgera tað kropsliga og biologiska – tár, kyknur, likamslutir. Nærlagdar studiemyndir av kroppinum og meiri hugfloygdar myndir við kroppinum sum útgangsstøði, verða eisini at síggja. Meðan summi verk eru leikandi løtt, er tilvitanin um at lívstráðurin ikki er endaleysur, til staðar í øðrum verkum, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

Ferniseringin verður frá klokkan 16 til 18.

Skrá:

  • Kirstin Helgadóttir, kurator, bjóðar vælkomin og setur framsýningina
  • Torleik Mortensen spælir nøkur løg
  • Drekkivørur og okkurt gott til góman verður at fáa

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk: Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Guðrið Poulsen, Elin Josefina Smith, Hans Pauli Olsen, Edward Fuglø, Poul Horsdal, Erla Marita Askham, Rannvá Kunoy, Alda Mohr Eyðunardóttir, Dan Helgi í Gong, Jón Sonni Jensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Lydia Hansen, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich.

Framsýningin er opin til 30. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder