Líkið av einum indiskum hermanni, ið hvarv í Himalaya fjøllunum fyri 38 árum síðani, er nú funnið.
Chandrashekhar Harbola og 19 aðrir felagar vórðu tiknir í einum skalvalopi á eini vaktarferð á Siachen jøklinum á markinum millum India og Pakistan í 1984.
Fimtan lík vórðu funnin, meðan einki sást til tey seinastu fimm, skrivar BBC.
Siachen er heimsins hægst liggjandi vígvøllur, og tað er ikki óvanligt, at herfólk doyggja í stormum og skalvalopum.
Herdeildin, sum fann líkið av Harbola, fann eisini eitt annað lík, men hetta er ikki eyðmerkt enn, skrivar PTI-tíðindastovan, sambært BBC.
Familjan hjá Harbola, sum býr í Haldwani økinum í Himalaya-stadinum Uttarakhand, fegnast nú um, at henda søgan nú fær ein enda. Skipað er fyri hernaðarligari jarðarferð fyri Harbola í heimbygdini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at lík av herfólkum verður funnið eftir fleiri áratíggjur. Í 2014 varð líkið av Kukaram V Patil funnið, 21 ár eftir at hann hvarv í jøklunum.
Siachen hevur verið eitt umstrítt øki millum India og Pakistan. Royndir hava verið gjørdar at avvápna økið, men higartil uttan úrslit.
Veruligt stríð var millum bæði londini um jøkulin eitt skifti í 1984, og enn tann dag í dag halda herdeildir til í hesum óblíða øki, skrivar BBC.
Minst 129 herfólk úr Pakistan doyðu í 2012 í einum skalvalopi. Hendingin førdi til royndir at fáa londini at taka herfólkini aftur úr økinum, men tað eydnaðist ikki.
Minst 10 indisk herfólk doyðu í einum lopi í 2016 og fýra onnur í 2019 í eini líknandi vanlukku, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald