Innanlands

Líkið av kvinnuni funnið

Kvinnan varð funnin nakrar hundrað metrar frá holvda Naddoddi

(Savnsmynd: Naddoddur)

(Savnsmynd: Naddoddur)

2024-08-28 09:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norska bjargingarskipið KV Bergen fann í morgun Naddodd og eisini saknaðu kvinnuna nakrar hundrað metrar frá bátinum.

Avvarðandi hava fingið boðini, og løgreglan upplýsir ikki navnið á tí deyðu í dag, sigur átaksleiðarin í tíðindaskrivi.

Talan er um eina kvinnu í tjúgunum úr Meksko, men sum búði í Florida, USA.

[object Object](Kort: Bergens Tidende)

Leitingin eftir kvinnuni helt fram í gjárkvøldið eftir at hini fimm av manningini vórðu bjargað og fingin til lands. Tey hava tað eftir umstøðunum gott.

Naddoddur fór leygardagin av Tvøroyri, og ætlanin var at sigla gomlu víkingaleiðina til Tróndheim. Kósin var sett móti Ålesund í fyrsta umfari, og síðani skuldi siglast innskerðs. Ferðin gekk væl til í gjárkvøldið tá ringt veður kom á tey, og báturin holvdi.

KV Bergen fer at royna at fáa Naddodd umborð, skrivar VG.

Les eisini: Livar bjargaður: Hevur tað gott eftir umstøðunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder