
Líkið av russiska andstøðinginum Aleksej Navalnyj er latið mammu hansara, Ljudmila Ivanova, upplýsir talsfólk hjá Navalnyj.
Tað var fríggjadagin 16. februar, at russisku myndugleikarnir boðaðu frá, at Navalnyj var deyður í einari fangalegu í norðasta parti av Russlandi.
Familia og starvsfólk hansara fingu síðani at vita, at lík hansara varð flutt til eitt líkhús í býnum Salekhard, ið liggur nærindis. Men familjan slapp hvørki at síggja líkið ella at fáa tað útflýggjað.
Mamma Navalnyj er framvegis í Salekhard, og enn er ógreitt hvussu og nær hann skal jarðast.
Sambært fleiri miðlum fekk mamma Navalnyj eitt ultimatum viðvíkjandi jarðarferðini. Hann kann annaðhvørt verða jarðaður í fangaleguni ella familjan kann jarða hann í stillum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald