2020-01-31 09:53
Líkið, sum varð funnið á Kunoynni, er nú eyðmerkt
Líkið, sum tann 30. novembur 2019 varð funnið í Skriðudali á Kunoynni, er nú eyðmerkt. Talan er um ein 30-ára gamlan mann úr Frankaríki, sum einki lívstekin hevur verið frá síðani í februar 2019, upplýsir løgreglan í dag.
Løgreglan er liðug við allar kanningar, og líkið verður latið teimum avvarðandi.
Líkið var funnið við steinin á myndini omanfyri í Skriðudali. Helst er mjørki ella ringt veður komin á mannin, so hann er farin undir steinin at kroka, og er deyður. Ein maður sum var farin at skjóta haru gekk seg fram á líkið, og boðaði løgregluni frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald