
Bødvar Hjartvarsson, sum hevur Snikkarakjallaran í Dali, hevur í nakrar mánaðar verið í holt við kistusmíð. Fyrstu tíðina gjørdi hann nakrar royndir, men nú er klárt at selja tær fyrstu.
- Tað vóru nógv, sum ringdu tá beinanvegin í mars tá vit komu út við hesum her, men tá var talan bara um royndir. Nakrar fáar kistur eru farnar út, men nú hava vit 23 kistur klárar, og hava ikki goymslupláss til meira í løtuni, sigur Bødvar Hjartvarsson.
Goymslan í Dali
Orsøkin til at hann fór í holt við at smíða kistur var, at eingin gjørdi slíkt í Føroyum longur. Hans Jacobsen, sum hevur smíðað fleiri túsund líkkistur seinastu árini, er givin við hesum arbeiðinum, og tí koma allar kistur í løtuni úr Danmark. Tað helt Bødvar Hjartvarsson vera synd.
Eins og kisturnar hjá Hans Jacobsen, eru líkkisturnar úr Dali kýlaformaðar, og hava eitt vakurt snið, sigur Bødvar Hjartvarsson.
Flestu kisturnar ur Dali eru úr furuviði, og eru ikki málaðar, men Bødvar greiðir frá, at hann eisini hevur smíðað onkrar málaðar, hvítar kistur.
- Tað eru fleiri eldri fólk, sum hava sagt mær, at tey ynskja eina kistu frá mær, men eg plagi at siga, at tey skulu siga tað við børnini hjá teimum, sigur snikkarin í Dali skemtiliga.
- Nú fáa vit at síggja hvussu hetta fer at ganga, men um marknaðurin er til tað, kundi eg hugsað mær at kistusmíð fór at vera stórur partur av okkara virksemi, sigur Bødvar Hjartvarsson.
Sambært Hagstovuni doyggja umleið 400 fólk í Føroyum um árið.
Bødvar Hjartvarsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald