2024-07-12 09:04
Líkið av manninum, sum varð funnin deyður við Landsbókasavnið fyrrapartin í gjár, varð í gjárkvøldið flutt av staðnum, og í dag verður líkskurður á Landssjúkrahúsinum.
Maðurin var úr Havn og var síðst í trýssunum.
Sambært Kringarpinum varð hann funnin í einari veit aftanfyri eitt transformatorhús.
Serkøn fólk komu úr Danmark í gjárkvøldið at gera líkskoðan á staðnum. Heri Andreassen, varapolitiinspektørur sigur við Kringvarpið, at eingir skaðar eru at síggja á líkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald