
- Eg ynski at byggja upp eitt javnsett og virðiligt samstarv við flokkarnar á Fólkatingi og komandi donsku stjórnina, har eg týðiliga og áhaldandi geri greitt, at tað eru vit í Føroyum, sum eiga avgerðarrættin í øllum málum, sum viðvíkja okkum. Tað sigur Liljan Weihe, sum á fyrsta sinni stillar upp til Fólkatingsval.
Liljan Weihe hevur síðani 2020 verið stjóri á Visit Tórshavn, men var fyri nøkrum árum síðani tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Eisini hevur hon í fleiri umførum arbeitt á fólkatingi og kennir arbeiðsgongdirnar á Christiansborg.
- Heimurin er vorðin ótryggari. Tað er kríggj í Evropa. Vit merkja av álvara veðurlagskreppuna og búskapurin er undir trýsti. Heimsskipanin, sum vit kenna hana, er broytt. Valdsjavnvágin millum stórveldini broytist. Og hetta merkist eisini í Føroyum, sigur Tjóðveldi í tíðindaskrivi.
- Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at Tjóðveldi fær umboð á Fólkating. Tað er á Fólkatingi, at vit fáa kunnleika til mál, sum viðvíkja Føroyum á uttanríkis-, trygdar- og hernaðarøkinum. Og tað er á Fólkatingi, at vit kunnu gera stjórn, ráðharrum og Fólkatingi greitt, at avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum.
Støðan í heiminum hevur ikki verið so ótrygg og spent síðani Kalda Kríggið. Tí er tað meira umráðandi enn nakrantíð, at vit hava eina veruliga føroyska rødd á Fólkatingi. Eina rødd, sum tryggjar opinleika og gjøgnumskygni – og sum talar at, um vit eru fyri órætti.
- Við Tjóðveldi á Fólkatingi tryggja vit, at bæði Føroya fólk og politiska skipanin í Føroyum altíð eru kunnað um viðurskifti, sum viðvíkja okkum, sigur Liljan Weihe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald