
Tað var ikki heilt friðarligt við Finsen eina løtu í gjárkvøldið. Hetta staðfestir løgreglan í morgun.
Tað var vinafelagið Føroyar-Ísrael, sum skipaði fyri einum tiltaki Í Finsen. Tvær kvinnur, sum búgva í Ísrael og ein danskur jødi vitjaðu fyri at greiða frá ymiskum.
Til ber at lesa meira um tiltakið HER
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at ein lítið mótmælistiltak var uttanfyri, sum síðani menti seg nakað. Tað var felagið "Samhugi við Palestina", sum stóð fyri tíð.
Nakað av róp kom í frá báðum síðum, og tað endaði við, at onkur fór inn í Finsen og stjól eitt ísraelskt flagg.
Flaggið er ikki afturkomið, og løgreglan hevur stovnað eitt stuldursmál. Nú verður sóknast eftir persónum, sum vóru har og kunnu siga meira um støðuna og koma við fleiri upplýsingum.
- Tað er ógvuliga, ógvuliga skuffandi at vit skulu síggja slíkt og seta tíð av. Sjálvandi skal pláss vera til slík tiltøk og annars politiska semju. Men tað verður nakað øðrvísi, tá tað "mennist" til hetta.
Vaktleiðarin staðfestir, at tað hevði verið akkurat tað sama, um tað var umvent: Also um onkur hevði órógvað til dømis eitt tiltak hjá Samhuga við Palestina við at gera nakað ólógligt.
Av løgreglustøðini verður sagt, at løgregla kom á staðið, men at mótmæli ikki varð fráboðað teimum áðrenn. Hetta er annars siður. Tó hevði Samhugi við Palestina fráboðað tað á sínum Facebook-vanga um middagsleitið: - Mótmæli: Finsen. 8. apríl klokkan 18. "War Criminals are not Welcome" (krígs-brotsgerðarfólk eru ikki vælkomin)
Í gjárkvøldið varð skrivað á Facebook-síðuni:
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/09/gallery-thumbnail/1744183066ugepde5wnt.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald