Í 2009 gjørdi hon veruliga vart við seg, tá hon vann X-Factor. Føroyska Linda Andrews (Andreasen) við tí stóru røddini hevur síðani m.a. verið dirigentur í fleiri gospelkórum.
Hóskvøldið var Linda gestur í "Spørg Direkte" á sjónvarpsrásini DK4. Í sendingini er eingin vertur, men tað er gesturin, ið svarar spurningar frá fólki ið skriva inn um ymiskt í lívinum hjá viðkomandi. 45-ára gamal songkvinnan svaraði millum annað uppá spurningar um, hvussu hon byrjaði at syngja, um Gospel, og um tíðina eftir X- Factor, ið hon lýsti sum fantastiska men eisini harða (overvældende)
Tá Linda Andrews fekk spurningin um, hvat størsti munirin er á Føroyum og Danmark ivaðist hon eina løtu. Hon peikaði serliga á, at føroyingar eru ógvuliga niðri á jørðini, als ikki skjótir til at rósa sær sjálvum og tað skal nógv til at bergtaka føroyingar.
Linda greiddi eisini frá, at føroyingar lata sínar hurðar standa opnar, gera ikki avtalur á sama hátt sum danir - langt áðrenn - og eru í høvuðsheitinum avslappaðir. Hon peikaði tó á, at tað eru støð í Jyllandi, ið minna um tað føroyska samfelagið, men tá tað kemur til Sjælland, og høvuðstaðarøkið er týðiligur munur.
Í sendingini kemur Linda Andrews eisini inn á eina hending, har hon sang í flogfarinum, ið ikki kundi lenda, tá hon skuldi heim at heiðrast, eftir at hin hevði vunnið X- Factor. "Spørg Direkte" við Lindu er 45 minuttir, og kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald