Mentan

Linda Andrews live í Studio 55

Konsert við føroysku sangarinnuni tøk á netinum

2019-01-03 14:01 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyska Linda Andrews hevur viðgongd sum sangari og kórleiðari í Danmark. Í heyst framleiddi danska sjónvarpsstøðin eina live-konsert við Lindu saman við orkestri og sangarum, har hon sang sangirnar frá nýggjastu fløgu hennara, sum kom út tíðliga í fjør.

Henda konsertupptøkan er nú tøk á netinum.

Linda Andrews, sum veruliga breyt ígjøgnum í Danmark sum vinnari av X Factor kappingini í 2009, framførir eina røð av vøkrum balladum og soul-kendum sangum saman við einum dugnaligum orkestri, sum er mannað við Mikael Nordmark á ljómborðum, Maciej Szymczynsk á bass, Flemming Danielsen á bass og Björn Jönsson á trummum.

Bakgrundssangarar eru Claus Christensen, Nadia Nouamani, Claes Wegener og Tilde Vinter. Eisini kemur egna kórið hjá Lindu, ”The Amazing Gospel Singers” inn á pallin til endans á næstan tímalongu live-upptøkuni. 

[object Object]

placeholder
placeholder