Innanlands

Lindin 20 ár

21. januar hevði kristiliga kringvarpið sent í 20 ár. Í hesum sambandi verður opið hús á Østrøm í morgin - tiltakið er eisini ein stuðulsdagur.

2020-01-24 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

21. januar í 2000 byrjaði Lindin sítt virksemi, og nú røkkir sendinetið 14 sendarar, hvønn einasta tíma í vikuni og meira enn 92 prosent av Føroya fólki. Hetta skrivar Lindin á heimasíðu sínari

Í samband við at Lindin nú er 20 ár verður opið hús Niðri í Rættará á Østrøm frá klokkan 13 í morgin. Har verða tónleikaframførslur, við millum annað T.O.S, listaframsýning við uppboðssølu, barnatiltak við BUBU og annað. Føðingardagurin verður eisini hildin sum eitt stuðulstiltak - tað eru eisini slíkir dagar ið bera raksturin hjá støðini. 

Beinleiðis samrøður verða eisini gjørdar í samband við dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder