Innanlands

Lindin er farin í gongd við poddvarp

Vælumtókt sendirøð er nú tøk til heintingar

2021-05-11 11:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kristiliga útvarpsstøðin, Lindin, leggur nú poddvarp afturat sínum sendikanalum. Tann fyrsta poddvarprøðin hjá Lindini, er ein sendirøð, sum hevur verið útvarpað fleiri ferðir og er óivað tann sendirøðin, ið hevur verið best umtókt síðan Lindin byrjaði at senda 21. januar 2000.

Sendirøðin eitur “Ein ferð gjøgnum bíbliuna” og livir sera væl upp til endamálini hjá útvarpsstøðini, ið millum annað eruat skapa umstøður til at kunngera boðskapin um kærleika Guds gjøgnum kristnan tónleik og bíbliugrundfesta undirvísing.

Tað var Eydna Háberg, sum átti hugskotið til hesa røðina. Tá Eydna fór av landinum, heitti hon á Símun Absalonsen og Jógvan Zachariassen um at taka yvir. Teir báðir fóru síðan ígjøgnum allar bøkurnar í bíbliuni.

Hendan røðin kann nú takast niður sum poddvarp á flestu podvarpplattformum, t.d. Apple podcasts og Spotify. Eisini er møguligt at hoyra allar sendingarnar her. Framyvir fer Lindin at koma út við fleiri poddvarprøðum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder