Innanlands

Linkaðu tilmælini um sóttarhald nú í gildi

Landsstýrið viðgerð eisini hvussu farast skal fram framyvir. Eitt nú í mun til náttarlívið og hvussu nógv fólk kunnu savnast. Boð um hetta koma seinni í vikuni

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-18 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Farsóttarnevndini hevði fund í gjár, har avgjørt bleiv at 31. januar verður hildið uppat at kanna við markið. 

Eisini varð avgerð tikin um at strika tilmælið um heimauppihald til 2. dag eftir komu. Hetta verður gjørt beinanvegin. Mælt verður tó framvegis til at fólk lata seg kanna 2. dag eftir komu.

Harumframt hevur Farsóttarnevndin avgjørt at linka sóttarhaldsreglurnar, soleiðis at “tættar kontaktir”, sum hava fingið 3. prik, ikki skulu í sóttarhald. Mælt verður tó framvegis til at hesi lata seg kanna 4. dag  og 6. dag.

Landsstýrið viðgerð í løtuni, hvussu farast skal fram framyvir, eitt nú í mun til tilmælini um náttarlívið og hvussu nógv fólk kunnu savnast. Løgmaður fer tí at umrøða støðuna við allar floksformenninar. Væntandi koma neyvari boð frá landsstýrinum seinni í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder