Innanlands

Lions Club á rundferð við gávukekkum

Fimmti ár síðan Lions Club Eysturoy varð stovnaður – nú eru klubbarnir í Eystur og Klaksvík lagdir saman

Nevndin í Lions Club Eysturoy og Klaksvík samla í svimjuhylinum á Ellis og røktarheiminum. Frá vinstru Petur Gaardlykke, Tummas Lervig, Jóngerð Guttesen leiðari fyri Roðan, Tórbjørn Jacobsen stýrisformaður fyri Roðan, Jan E. Petersen og Jóhan Petersen

Nevndin í Lions Club Eysturoy og Klaksvík samla í svimjuhylinum á Ellis og røktarheiminum. Frá vinstru Petur Gaardlykke, Tummas Lervig, Jóngerð Guttesen leiðari fyri Roðan, Tórbjørn Jacobsen stýrisformaður fyri Roðan, Jan E. Petersen og Jóhan Petersen

2019-11-07 07:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

26. oktober 1969 varð Lions Club Eysturoy settur á stovn, og felagsskapurin hevur sostatt 50 ár á baki. Av teimum sum vóru við til stovnan eru fleiri aktivir limir framvegis.

Tíðirnar broytast, og i dag eru Lions Club Eysturoy og Klaksvík sami felagsskapur.

Í samband við 50 ára dagin hevur Lions felagsskapurin síðstu tíðina verði runt og vitja ymiskar stovnar og feløg, og í tí sambandi stuðla undir við peningagávum til góð endamál.

Lamba Síminar hús
Jústenes Eidesgaard greiddi hegnisliga frá um húsini, sum eru bygd upp, einans av rekaviði.

Hann hevði altíð sæð upp til Lions felagsskapin, og var tað hjartanemandi at móttaka eina gávu á 10.000 krónur til hesa serligu verkætlan

Dragin KG212
Dragin er ein sera virkin felagskapur, sum hevur lagt stórt virði í at varðveita mentanina við seglskipum.

Í sambandi við flaggsiglingina í summar, stuðlaði Lions Draganum við einari Iridium satelittelefon á 10.000 krónur, sum formaðurin Kári millum Garðanar fegin tók ímóti.

Fornminnisfelagi á Nesi
Tað hevur altíð verið ein stórur dreymur hjá forminnisfelagnum á Nesi at fingið prestagarðin í bygdini aftur til sín uppruna. Størsta avbjóðingin í løtuni er at skifta klædning og umvæla lesirúmið.

Josefina Jacobsen forkvinna frøddist um at móttaka 10.000 krónur til hetta arbeiði, hon nevndi í hesum sambandi tann góða stuðul tey høvdu fingið frá Lions at keypa Gamla Prestagarðin fyri í sínari tíð.

Gøtu Fornminnisfelag
Árant Hansen var ikki sørt bilsin og tikin á bóli tá hann skuldi møta upp til hugnaløtu hjá Lions, var sera fegin um at móttaka hesa gávuna á 10.000 krónur sum brúktar verða til fleiri smærri verkætlanir, so sum løkin oman millum húsini í Norðagøtu.

Skannara til Læknamiðstøðina í Gøtudali
Lions Eysturoy hevur altíð fari langt við sínum átøkum og hjálpt yvir um mørk, tí var tað ein sjálvfylgja at stuðla við 125.000 krónum til ein skannara á læknaviðtaluni í Gøtudali.

Jytta Friang kommunulæknin frøddist um møguleikin hon nú hevur fingið, at hjálpa sínum sjúklingum, og kom hetta í síðsta enda at verða samfelagsligt gagnligt.

Hita í hylin á Ellis og røktarheiminum
Ellis og røktarheimið í Runavík hevur altíð verði hjartabarnið hjá Lions felagsskapinum í Eysturoy. Tað var ein fragd at hoyra Niclas Foldbo greiða frá um tilgongdina at byggja heimið í sínari tíð.

Jóhan Petersen legði afturat, hvussu endurvenjingin og busskipanin var komin upp at koyra við stuðli frá Lions.

Jóngerð Guttesen leiðari fyri Roðan og Tórbjørn Jacobsen nevndarformaður, vóru sera takksom fyri hugskotið, at koma við stuðli, og einum innsparkið at fáa tann heita hylin aftur til sín rætt, eftir at hava staði staðið óvirkin í nógv ár. Tey takkaðu Lions fyri upphæddina á 125.000 krónur og vónaðu, at hylurin kundi verða virkin aftur tíðliga komandi ár.

Hús Nólsoyar Pálls í Klaksvík
200 ár eftir at Nólsoyar Páll varð borin í heim, varð fyrsti Lions felagsskapur stovnaður her á landi. At Lions nú letur gávu á 10.000 krónur til uppbygging av hansara garði, frøist Arcibald Black og teir sum standa aftan fyri hesa verkætlan, sera nógv um. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder