Lions fer nú at húsast í Skansastovu. Á ovastu hæddini Yviri við Strond hevur felagsskapurin væl meira enn 100 fermetrar til verksemið.
Hæddin verður nýtt til felagsvirksemi hjá Lions Club Tórshavn og Lions Club Liljan og limum tess.
Annfinnur Heinesen, forseti í Lions Club Tórshavn, og Fía Petersen, forseti í Lions Club Liljan, skrivaðu undir leigusáttmálan vegna felagsskapin. Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, skrivaðu undir vegna Tórshavnar kommunu.
Tað vóru teir báðir, Absalon Eysturoy, stoypimeistari, og Zacharias Bech, snikkarameistari, ið tóku stig til at fáa sett á stovn ein Lions Club í Tórshavn. Lions Club er skipaður sum eitt vanligt felag við nevnd og limum, og endamálið er at hjálpa øðrum.
Leigumálið í Skansastovu er galdandi í fimm ár.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald