Mentan

Lions-listaframsýning í Müllers pakkhúsi

Freistin at melda til ólavsøkuframsýningina hjá Lions er týsdagin

2026-07-15 17:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú stundar til ólavsøku, har eitt av føstu innsløgunum er stóra listaframsýningin hjá Lions í Müllers pakkhúsi, har ólærd, sjálvlærd og lærd listafólk sýna fram síni verk. Hetta er samstundis ein søluframsýning, har allur ágóðin fer til vælgerandi endamál.

Í heyst kann Lions Tórshavn hátíðarhalda 60 ára stovningardag, og fer í hesum sambandi at lata fleiri stórar stuðulsveitingar til vælgerandi endamál. Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini í ár verður partur av hesum.

Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers pakkhúsi er týsdagin 21. juli, og nærri kunning sæst á Facebook-vanganum.

Listaverkini kunnu latast inn í Müllers pakkhúsi fríggjadagin 24. juli millum klokkan 18 og 20, og óseld listaverk skulu heintast har hósdagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.

Ólasøkuframsýningin hesaferð letur upp seinnapartin mánadagin 27. juli og heldur síðan fram alla ólavsøkuna, líka til hósdagin 30. juli. Mánadagin er opið klokkan 16 til 20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14 til 20, og hósdagin er opið klokkan 16 til 20. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder