Innanlands

Lis Samuelsen virkandi sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi

Lis Samuelsen verður virkandi sóknarprestur í góðar tveir mánaðir

Lis Samuelsen hevur seinastu 12 árini verið prestur í Sorø Klosterkirke, og eisini hevur hon verið herprestur hjá donsku verjuni (Mynd: Fólkakirkjan)

Lis Samuelsen hevur seinastu 12 árini verið prestur í Sorø Klosterkirke, og eisini hevur hon verið herprestur hjá donsku verjuni (Mynd: Fólkakirkjan)

2024-09-15 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jógvan Fríðriksson, biskupur hevur heitt á Lis Samuelsen um at gera tænastu sum sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi í góðar tveir mánaðir frá nú av, meðan Havstein Klein, sóknarprestur tekur sær av øðrum uppgávum.

Biskupur hevur sett Havstein Klein at taka sær av øðrum uppgávum, t.d. skrivligum avrikum við atliti at lestrinum við konfirmantum, skrivar Fólkakirkjan.

Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Tey seinastu 12 árini hevur hon verið prestur í Sorø Klosterkirke, og eisini hevur hon verið herprestur hjá donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder