- Vit eru farin praktiskt í gongd við at finna útav, hvørjar umvælingar og tillagingar skulu gerast.
Tað sigur Marita Dalsgaard, forkvinna í Listasambandi Føroya, sum eftir ætlanini skal húsast í Hoydølum.
Hon greiðir frá, at stórar tillagingar mugu gerast í teirra uppskoti, tí upprunaliga uppskotið var til allar Hoydalar, men at Listasambandið hevur fingið færri fermetar enn tey ynsktu í uppskotinum, tá Tjóðsavnið eisini skal húsast Hoydølum.
Les eisini: Enn onki virksemi í Hoydølum
- Nú skulu vit gera eina konkreta fíggarætlan, ið vísir hvat má gerast í bygningunum, greiðir Marita víðari frá. Hon sigur seg ikki vita, hví so long tíð er gingin, uttan at nakað er hent í málinum, men sigur at tílík ting ofta taka tíð.
- Tað eru ymiskar umsitingarligar uppgávur, sum skulu loysast, staðfestur hon.
Skal verða innbjóðandi hjá almenninginum
Ætlanin hjá LISA er at arbeiða við at gera umstøður hjá listafólki at arbeiða í, samstundis, sum staðið skal verða innbjóðandi hjá almenninginum.
- Fyri okkum er tað sjálvandi fyrst og fremst týdningarmikið, at vit fáa góðar og tryggar karmar til okkara limir at arbeiða í, sigur Marita Dalsgaard.
- Neb tað er eisini týdningarmikið fyri okkum, at tað verður innbjóðandi hjá almenninginum og at eitt nú aulan verður brúkt, leggur hon afturat. Hon kann onki siga um, nær hon roknar við, at klárt er at flyta inn í bygningarnar, men vísir til, at Tjóðsavnið eisini skal verða klárt til flytanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald