Mentan

Lisbeth L. Petersen – ein undangongukvinna farin

Hon hevur havt eina røð av politiskum álitsstørvum bæði í kommunal- og landspolitikki umframt á fólkatingi – og ofta var hon fyrsta føroyska kvinnan at røkja álitsstarvið

2024-08-20 21:23 Author image
Minningarorð / Kvinnufelagið í Havn
placeholder

Tann 7. august andaðist Lisbeth L. Petersen, undangongukvinna og fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum, løgtingskvinna, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og fólkatingskvinna, 85 ára gomul.

Lisbeth L. Petersen var bæði ein undangongukvinna og ein merkiskvinna. Hon hevur havt eina røð av politiskum álitsstørvum bæði í kommunal- og landspolitikki umframt á fólkatingi – og ofta var hon fyrsta føroyska kvinnan at røkja álitsstarvið.

Lisbeth stillaði upp fyrstu ferð og varð vald í býráðið í Tórshavnar kommunu í 1984. Hetta var ein søgulig hending, tí tað var fyrstu ferð, at ein kvinna varð fólkavald at umboða Sambandsflokkin. Hon fekk í boði at verða vald til borgarstjóra, men valdi í staðin at vera varaborgarstjóri og forkvinna í sosialu nevnd. Eftir býráðsvalið í 1992 skrivaði Lisbeth L. Petersen aftur politiska søgu, tá hon sum fyrsta kvinna nakrantíð varð vald til borgarstjóra í størstu kommunu í landinum, Tórshavnar kommunu. Lisbeth var vældámd sum borgarstjóri. Við henni á odda fekk Sambandsflokkurin sítt besta val nakrantíð á kommununalvalinum í Havn í 1996.

Eisini í landspolitikki hevur Lisbeth L. Petersen skrivað politiska søgu. Hon varð vald á løgting í 1990 og sat á tingi í 18 ár, til 2008, tá hon ikki stillaði upp aftur. Á heysti í 1994 stóð tað henni í boði at gerast løgmaður, men hon tók ikki av. Í 2001 – 2004 var Lisbeth vald til forkvinnu í Sambandsflokkinum. Hon er fyrsta- og higartil einasta forkvinna í Sambandsflokkinum. Tann 30. apríl 2002 var løgtingsval, og Sambandsflokkurin við Lisbeth L. Petersen á odda vann stórsigur. Á løgtingsvalinum 2004 hevði Sambandsflokkurin afturgongd, men varðveitti støðuna sum størsti flokkur. Dagin eftir boðaði Lisbeth L. Petersen frá, at hon legði frá sær sum floksforkvinna. Á løgtingi hevur Lisbeth havt eina røð av álitssessum. Eitt, sum altíð hevur eyðkent Lisbeth í politikki, er áhugin fyri sosiala økinum og javnstøðu millum kvinnur og  menn. Lisbeth hevði sín stóra leiklut í at fáa Demokratia sett á stovn.

Lisbeth L. Petersen var fyrsta føroyska kvinna, sum varð vald á fólkating. Hon sat á fólkatingi í árunum 2001 – 2005.

Lisbeth L. Petersen hevur havt álitssessir bæði í Kvinnufelagnum í Havn og í KSF (Kvinnufelagasamskipan Føroya). Hon var virkin í Kvinnutingunum, sum vórðu hildin til tess at fáa kvinnur virknar í politikki. Tað arbeiðið, sum Lisbeth saman við øðrum hevur lagt eftir seg í hesum felagsskapum, hevur havt sera stóran týdning. Somuleiðis hevur hetta verið við til at leggja lunnar undir støðuga arbeiðið at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn í Føroyum.

Lisbeth L. Petersen er ein av fáu føroyingum, sum hava fingið heiðurin at vera riddari av Dannebrog.

Kvinnufelagið í Havn takkar hjartaliga Lisbeth fyri arbeiðið, sum hon hevur gjørt fyri Kvinnufelagið, fyri arbeiðið at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn umframt fyri at hava gingið undan sum kvinna í politikki í Føroyum.

Kvinnufelagið í Havn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder